Innast í Føroyum - tað staðið, túr ert longst frá havinum - er í Norðstreymi sunnanvert Saksunardal. Staðið er einar 200 m eystan fyri tað hægsta á fjallinum Lítla, sum er 572 m høgt.

Staðið er í umleið 500 m hædd og knattstøðan er:
| 
			 Longitude  | 
			
			 Latitude  | 
		
| 
			 7.13195° V  | 
			
			 62.20201° N  | 
		
| 
			 7° 07' 55'' V  | 
			
			 62° 12' 07'' N  | 
		

Sum myndin omanfyri vísir, eru tað oman fyri 5 km (5.330 m) út til strondina og longri enn hetta, slepst ikki frá havinum í Føroyum.

2. hvítusunnudag 2020 vóru landmálararnir Stein Fossá og Petur Nielsen á staðnum og merktu punktið við einum spískum steini.
Her ber til at síggja punktið á foroyakort,fo